VIDEO: Gilli og Odd vunnu á útivølli

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Jerv-Odd 0-1 (0-0)

Gilli R. Sørensen spældi allan dystin tá lið hansara, Odd vann sín fyrsta útidyst hetta kappingarárið.

 

Odd vann 1-0 á Jerv á útivølli. Sigursmálið skoraði Milan Jevtovic tá 70 minuttir vóru farnir av dystinum.

 

Odd er nummar 11 av teimum 16 liðunum í deildini við níggju stigum. Odd hevur trý stig niður til niðurflytingarstrikuna.

 

Komandi mikudag tekur Odd móti Sandefjord á heimavølli.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Jerv-Odd 0-1 (0-0)

 

##med2##