Eisini føroyingurin í bestu norsku fótbóltsdeildini, Gilli Rólantsson má stríðast fyri at sleppa undan at skula spæla upp- og niðurflytingardyst móti triðbesta liðnum í næstbestu deildini.
Gilli Rólantsson kom á vøllin í 73. minutti tá lið hansara, Brann Bergen á heimavølli á Brann leikvøllinum í Bergen vann 3-1 á Aalesund. Stóra hetjan hjá Brann Bergen var Daouda Bamba, ið skoraði reint hattrick.
Brann - Aalesund 3-1 (2-1)
1-0: Daouda Bamba (36.)
1-1: Vetle Fiskestrand (39.)
2-1: Daouda Bamba (44.)
3-1: Daouda Bamba (61.)
Hini úrslitini lagaðu seg somikið væl fyri Brann Bergen, at Brann Bergen við 31 stigum hevur sjey stig niður til triðaftasta plássið, ið merkir at spælast skal ein upp- og niðurflytingardyst móti triðbesta liðnum í næstbestu deildini.
Komandi mikukvøld spælir Brann Bergen á útivølli móti Viking Stavanger. Fýra umfør eru eftir at leika í bestu norsku fótbóltsdeildini. Støðan í botninum er hendan:
8 | Stabæk | 26 | 8 | 10 | 8 | 32 | 37 | -5 | 34 |
9 | FK Haugesund | 26 | 10 | 4 | 12 | 33 | 43 | -10 | 34 |
10 | Brann Bergen | 26 dystir | 8 | 7 | 11 | 36 | 44 | -8 | 31 stig |
11 | Sarpsborg 08 | 26 | 8 | 5 | 13 | 30 | 35 | -5 | 29 |
12 | Sandefjord | 25 | 8 | 4 | 13 | 27 | 40 | -13 | 28 |
13 | Start | 26 | 6 | 7 | 13 | 31 | 49 | -18 | 25 |
14 | Strømsgodset | 26 | 5 | 9 | 12 | 32 | 49 | -17 | 24 |
15 | Mjøndalen | 26 | 6 | 2 | 18 | 21 | 43 | -22 | 20 |
16 | Aalesund | 26 | 2 | 5 | 19 | 28 | 75 | -47 | 11 |
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Brann Bergen og Aalesund:
<iframe src="https://video.qbrick.com/play2/embed/player?accountId=1126278&mediaId=0bc51ca2-00090137-31270550&pageStyling=styled" allowfullscreen="true" frameborder="0" border="0" width="640" height="360"></iframe>