Gilli Rólantsson spældi allan seinna hálvleik tá hann og liðfelagarnir í Brann Bergen spældu javnleik 1-1 á útivølli móti Molde í dysti í bestu norsku fótbóltsdeildini. Í steðginum var støðan javnleikur 0-0.
Tá 10 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki feldi Gilli Ohi hjá Molde í brotsteiginum, og dómarin dømdi brotsspark. Tíbetur fyri Brann rakti brotssparksskjúttin, Fredrik Aursnes tvørstongina.
Ruben Yttergård Jenssen legði Brann á odda tá 61 minuttir vóru farnir. Tá seks minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini fekk Molde aftur brotsspark. Leke James tók sær av brotssparkinum, og hann setti bóltin trygt í netið til javnleik 1-1 sum gjørdist endaliga støðan.
Her ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum: https://www.brann.no/video?c=hoydepunkter
Meinhard E. Olsen fekk ein hálvan tíma á vøllinum, tá lið hansara, Kristiansund tapti 0-1 móti Rosenborg á útivølli. Rosenborg skoraði sigursmálið beint undan steðginum.
Í næstbestu norsku deildini slapp Odmar Færø at sita á beinkinum allan dystin, tá lið hansara, Ham-Kam á heimavølli tapti 1-2 móti Raufoss.
Støðan í bestu norsk fótbóltsdeildini:
Nr | Lið | Dystir | V | J | T | ||
1 | Molde | 13 | 9 | 1 | 3 | 32:12 | 28 stig |
2 | Bodø/Glimt | 12 | 8 | 2 | 2 | 28:16 | 26 |
3 | Odd | 12 | 8 | 1 | 3 | 18:12 | 25 |
4 | Vålerenga | 13 | 6 | 3 | 4 | 22:18 | 21 |
5 | Brann Bergen | 13 | 6 | 3 | 4 | 16:14 | 21 |
6 | Viking | 12 | 5 | 3 | 4 | 19:18 | 18 |
7 | Kristiansund | 13 | 5 | 3 | 5 | 12:13 | 18 |
8 | Rosenborg | 13 | 5 | 3 | 5 | 12:15 | 18 |
9 | Haugesund | 13 | 4 | 4 | 5 | 19:17 | 16 |
10 | Lillestrøm | 13 | 4 | 3 | 6 | 14:18 | 15 |
11 | Ranheim | 13 | 4 | 3 | 6 | 14:18 | 15 |
12 | Tromsø | 13 | 4 | 1 | 8 | 12:23 | 13 |
13 | Mjøndalen | 13 | 2 | 6 | 5 | 18:24 | 12 |
14 | Sarpsborg | 11 | 2 | 5 | 4 | 10:12 | 11 |
15 | Stabæk | 11 | 3 | 2 | 6 | 7:14 | 11 |
16 | Strømsgodset | 12 | 2 | 3 | 7 | 12:21 | 9 |