Video: Gera klárt til at sigla regatta

Hetta vikuskiftið er Føroya Regatta, og tað merkir at gomlu træseglskipini og aðrir bátar sigla til útvald støð í Føroyum

Í ár sigla seglskipini til Sands, Havnar og Leirvíkar, og har verða ymisk tiltøk á skránni.

Í kvøld eru skipini á Sandi. Fyrrapartin í morgin verður siglt til Havnar og síðani víðari til Leirvíkar seint seinnapartin.

Ísak Laksáfoss gjørdi nakrar upptøkur, tá ið nøkur av skipunum lógu á Havnini fyrr í dag og gjørdu klárt til siglingina.