VIDEO: Fremad Amager vann føroyingauppgerðina

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Fremad Amager-Vejle 1-0 (1-0) við trimum føroyingum á vøllinum herTR

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini millum Fremad Amager og Vejle í Sundby á Amager, sum var spældur ígjár.

 

Tað er YouTube rásin hjá Fremad Amager, sum hevur lagt hæddarpunktini út.

 

Fremad Amager við Heina Vatnsdal við frá byrjan tók ímóti oddaliðnum, Vejle sum hevði Viljorm Davidsen við frá byrjan. Finnur Justinussen kom á vøllin fyri Fremad Amager tá 20 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini.

 

 

Fremad Amager vann dystin 1-0 uppá eitt sjálvmál, sum Vejle gjørdi tá 21 minuttir vóru farnir. Mads Greve hjá Vejle var so óheppin at beina bóltin í egið mál. 

 

 

Finnur Justinussen fekk eitt gult kort minuttin aftaná hann kom á vøllin. Sambært dystarfrásøgnini hjá Fremad Amager ruddaði Heini Vatnsdal væl burtur í vejuni í summum støðum.

 

 

 

Seinasta umfarið undan vetrarsteðginum verður komandi sunnudag. Tá tekur Vejle ímóti Vendsyssel í einum sonnum oddabraki. Thisted tekur ímóti Fremad Amager í einum dysti, sum vónandi verður ein føroyingauppgerð.

 

 

Støðan:

 

 

 

1

Vejle 

18

10

5

3

28

17

11

35

2

Vendsyssel FF

18

9

5

4

36

23

13

32

3

Thisted

18

9

5

4

31

26

5

32

4

Esbjerg 

18

9

4

5

35

21

14

31

5

Viborg

18

8

4

6

36

28

8

28

6

HB Køge

18

7

6

5

25

18

7

27

7

Fredericia

18

7

5

6

35

30

5

26

8

FC Roskilde

18

6

4

8

26

30

-4

22

9

Nykøbing FC

18

6

4

8

26

32

-6

22

10

Fremad Amager

18

6

2

10

13

30

-17

20

11

Brabrand

18

3

4

11

16

40

-24

13

12

Skive

18

2

4

12

26

38

-12

10