VIDEO: Fredrikstad tapti fyri Haugesund á útivølli

(Video) Brandur H. Olsen og liðfelagarnir fingu einki við sær úr Haugesund

Brandur H. Olsen byrjaði inni og var skiftur út í 64. minutti, tá hann og liðfelagarnir í Fredrikstad taptu 0-1 fyri Haugesund í útidysti í bestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Haugesund skoraði sigursmálið í 85. minutti.

 

Í fyrra hálvleiki hildu teir hjá Fredrikstad, at teir høvdu lagt seg á odda 1-0, men málið bleiv tíverri kolldømt vegna rangstøðu.

 

Hetta er annar dysturin á rað, har Fredrikstad tapir, men teir eru framvegis á einum fimta plássi í deildini við 31 stigum. Trý stig eru upp til Molde, ið er á fjórða plássinum sum gevur rætt til evropeiskan fótbólt.

 

HER  ber til frá norska TV2 at síggja hæddarpunktini frá dystinum Haugesund-Fredrikstad 1-0 (0-0).

 

Komandi leygardag klokkan 17 hevur Fredrikstad heimadyst móti gamla liðnum hjá Gilla R. Sørensen, Odd sum er aftast í deildini við 19 stigum.