So gjørdi føroyingaliðið í bestu norsku fótbóltsdeildini, Fredrikstad tað aftur.
Leikararnir Mikkjali K. Thomassen megnaðu at knógva eitt stig á Lerkendal leikvøllinum í Tróndheimi móti gamla fótbóltsrisanum, Rosenborg.
Klokkan vísti 95 minuttir, tá Henrik Johansen hegnisliga stýrdi bóltin í netið við einum góðum stútara.
Rosenborg legði seg á odda 1-0 tá átta minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, og leingi vóru teir á sigurskós, men so framdu uppflytararnir enn eitt roysnið.
Brandur Hendriksson byrjaði inni fyri Fredrikstad. Hann var skiftur út eftir 59 minuttir á vøllinum. Jóannes Bjartalíð er framvegis uttanfyri við skaða.
HER ber til at síggja ein samandrátt frá norska TV2 frá dystinum Rosenborg-Fredrikstad 1-1 (0-0).
Fredrikstad er nummar trý í bestu norsku fótbóltsdeildini við 22 stigum fyri 12 dystir. Teir eru fimm stig aftanfyri Bodø/Glimt og Brann Bergen. Brann hevur tó spælt ein dyst fleiri enn Fredrikstad.
Nú verður ein landsliðs- og EM-steðgur nakrar vikur. 7. juli spælir Fredrikstad móti Kristiansund á útivølli.
Støðan:
##med2##
Kelda: Soccerstand