Jóannes Bjartalíð vann í fjør hjørtuni hjá nógvum Fredrikstad-fjepparum, og hann var eisini valdur til besta leikaran í deildini tá Fredrikstad vann næstbestu norsku fótbóltsdeildina og flutti upp.
Ein Fredrikstad-fjeppari, ið nevnir sína Youtube-rás: "Fredrikstad Fotballfeber" hevur sett saman ein stuttan videofilm til heiðurs fyri Jóannes Bjartalíð.
"Fra avrusning til Eliteserien: Jóannes Bjartalíð" eitur filmurin, har til ber at síggja málini Jóannes Bjartalíð skoraði fyri Fredrikstad FK farna kappingarár.
HER sæst filmurin hjá Fredrikstad Fotballfeber:
##med2##