Í morgin klokkan 17 spæla Føroyar og Moldova EM-undankappingardyst á Tórsvølli.
Avrikini hjá Moldova seinastu dystirnar boða frá, at talan verður um ein sera torføran dyst hjá føroyska landsliðnum.
Moldova megnaði farna hóskvøld í venjingardysti á útivølli javnleik 1-1 móti Eysturríki, ið er eitt framúr gott úrslit.
Vitalie Damascan legði Moldova á odda tá bert tríggir minuttir vóru leiktir av dystinum, tá hann gagnnýtti eitt mistak hjá eysturríkska málverjanum. Michael Gregoritsch javnaði tá fimm minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki.
HER sæst ein samandráttur frá dystinum Eysturríki-Moldova 1-1 (0-1). Sum sæst manglaði lítið í, at Moldova fór við sigrinum:
##med2##