Video: Framúr gott mál hjá Finni Justinussen

(Video) Fremad Amager tapti, men Finnur Justinussen skoraði eitt framúr gott mál. Síggj málið her

Finnur Justinussen kom á máltalvuna, tá Fremad Amager á heimavølli tapti 1-2 ímóti Helsingør í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

 

 

 

Finnur Justinussen kom inn á vøllin tá 65 minuttir vóru farnir av dystinum. Fremad Amager var aftanfyri 0-2 í steðginum, og Finnur gjørdi mun tá hann kom á vøllin, og tá 81 minuttir vóru farnir setti Finnur bóltin í málið við nærmastu stong. Seinastu 40 minuttirnar stríddust Fremad Amager við einum manni færri á vøllinum, tí Anders Kaagh var vístur av vøllinum. Helsingør reið stormin av, og fekk øll trý stigini við sær.

 

 

 

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj málini frá dystinum, sum vísir, at Finnur Justinussen var sera kaldur í avgerandi løtuni.