Video: Fraklendingar royndu at kopiera huh-klappið

(Video) Franska manslandsliðið í hondbólti og áskoðararnir í París royndu at kopiera íslendska huh-klappið

Tá EM-endaspælið í fótbólti var í Fraklandi farna summar var íslendska huh-klappið millum stóru vinnararnar á og uttanfyri vøllin.

 

Í gjárakvøldið, tá franska manslandsliðið í hondbólti vann seg í HM-finaluna frammanfyri 15.600 áskoðarum var fagnaðurin øðiligur.

 

Aftaná dystin vildu fronsku leikararnir takka fronsku áskoðarunum við at royna seg við íslendska huh-kluppinum.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj og hoyr um fronsku leikararnir og fronsku áskoðararnir eru á støði við íslendingar, tá huh-klappið skal avgreiðast.