VIDEO: Føroyingaliðið á Akureyri tapti 1-5 í Brügge

(Video) Síggj málini í Europa Conference League dystinum Club Brügge-KA 5-1 (4-0)

Jóan Símun Edmundsson var á vøllinum fyrstu 57 minuttirnar, og Pætur J. Petersen kom á vøllin seinastu løtuna, tá teir og liðfelagarnir í KA máttu leggja rygg til eitt 1-5 tap fyri Club Brügge á útivølli í fyrra dystinum í triðja umfarinum í Europa Conference League.

 

Í steðginum var Club Brügge á odda 4-0, men í seinna hálvleiki megnaði KA at bøta um skaðan.

 

Liðini hittast aftur á Akureyri komandi hóskvøld, har KA í besta føri kann vóna at vinna íslendska UEFA-roknskapinum ein javnleik ella ein sigur. Tað er næstan eingin ivi um, at Club Brügge fer at vinna ein samlaðan sigur.

 

HER ber til at síggja málini, ið komu í dystinum í Brügge:

 

##med2##