Bjarni Nielsen gjørdist fyrr í ár sterkasti maður í Føroyum, tá hann vann kappingina frammanfyri Boga Hammer og Jákup Súna Berg. Nú ætlar 26 ára gamli Bjarni Nielsen er nú til reiðar at bjóða av úti í heimi.
Til ber at síggja samrøðuna við Bjarna Nielsen við at trýsta á pílin á myndini
Í komandi mánaði skal hann luttaka í altjóða kapping í Villnius í Litava. Tað er heimsins sterkasti maður, Zydrunas Savickas, eisini kendur sum Big Z, ið skipar fyri kappingini. Fyri Bjarna verður talan um opnu kappingina, har øll kunnu melda til.
Les eisini: Heimsins sterkasti maður til Føroya
Málið er at sleppa upp í part í kappingini, sum bara er fyri teir útvaldu. Ein máti at gera tað upp á, er at vinna opnu kappingina í Strong Man í Litava komandi mánað.
Bjarni Nielsen er til reiðar at brúka tey komandi fýra árini til at røkka altjóða tindunum innan strong man kappingar.