Tað gongur persónliga væl hjá Finni Justinussen í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, um enn tað gongur so væl hjá liði hansara, Næstved.
Finnur Justinussen skoraði fyri fjórðu ferð hetta kappingarárið, tá Næstved tapti 1-3 ímóti Næstved á útivølli. Finnur legði Næstved á odda frá stuttari fjarstøðu tá bert níggju minuttir vóru farnir. Eftir hetta var tað tó Silkeborg sum stóð fyri tí mesta, og bert eitt korter seinna var støðan 2-1 til Silkeborg.
Kristoffer Munksgaard hjá Næstved var rikin av vølli tá 63 minuttir vóru farnir av dystinum, og løtu seinni staðfesti Silkeborg sigurin.
Komandi sunnudag tekur Næstved ímóti Roskilde. Eftir hetta fer Finnur Justinussen at ferðast heim til Føroya, har Nations League dystur verður ímóti Malta á Tórsvølli, fríggjadagin 7. september.
Heini Vatnsdal var við frá byrjan, tá lið hansara Fremad Amager vann 1-0 á útivølli ímóti Nykøbing FC. Jabar Sharza skoraði sigursmálið tá fimm minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki.
Komandi sunnudag tekur Fremad Amager ímóti Silkeborg á Sundby leikvøllinum á Amager.
Støðan:
1
6
8
15
2
6
3
9
3
6
2
9
4
6
1
9
5
6
2
8
6
6
1
8
7
6
-1
8
8
6
-1
8
9
6
-2
7
10
6
-3
6
11
6
-3
5
12
6
-7
3