Ferðslupatruljan hjá løgregluni var á Tvøroyri í gjár, at bilar vórðu kannaðir í Sjógøtu. Tað vísti seg, at løgreglan tilsamans skrivaði upp tilsmans 18 ferðslógarbrot.
Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at tað vóru brot sum ikki at hava koyrikortið uppi á sær, at dekkini ikki vóru í lagi, lyktafeilir, at fólk ikki sótu í trygdarselum, at koyrikortið var útgingið, píkadekk, sum vóru ójavnt slitin.
Ferðslupatruljan hjá løgregluni er aftur í dag í Suðuroy og kannar ferðsluna.
Í gjár var eisini boðað frá einum ferðsluóhappi. Tað var á vegamótinum har Tróndargøta fer tvørtur um Jóannesar Patursonsargøta/Niels Wintersgøtu. Ein bilur kom koyrandi eftir Jóannesar Paturssonargøtu í Havn og snaraði oman gjøgnum Tróndargøtu – sum er einsrættað niðaneftir. Tað varnaðist bilførarin í síðstu løtu, og snaraði innaftur á vegin – tá óhappið hendi og hann rakti ein annan bil, sigur vaktleiðarin á politistøðini.










