VIDEO: Fimm ár síðani Ísland sendi Ongland úr EM-kappingini

(Video) Fimm ár eru liðin síðani størsta einstaka úrslitið nakrantíð í íslendsku landsliðssøguni

Tíðin gongur skjótt.

 

Tað eru longu fimm ár síðani Ísland framdi sítt fremsta fótbóltsbragd nakrantíð í Nice í Fraklandi, tá teir í EM-áttandapartsfinaluni skelkaðu fótbóltsheimin og sendu stóra Ongland úr EM-kappingini.

 

Ísland vann 2-1. Wayne Rooney legði sum ætlað Ongland á odda 1-0 aftaná brotsspark í fjórða minutti, men tveir minuttir seinni javnaði Ragnar Sigurðsson til 1-1, og í 17. minutti skoraði Kolbeinn Sigþórsson sigursmálið til 2-1.

 

Tað er ikki ov nógv sagt, at allur fótbóltsheimurin - uttan onglendingur - fegnaðust saman við íslendingum.

 

Á ovara videobrotinum síggjast og hoyrast íslendsku málini við legendariska frásøgumanninum, Gummi Ben. Á niðara videobrotinum sæst og hoyrist Gummi Ben flippa út aftaná seinasta bríksl:

 

##med2##

 

##med3##

 

Íslendsku málini við frásøgnini hjá Gummi Ben

Íslendsku málini við frásøgnini hjá Gummi Ben

Gummi Ben flippar út við dystarendan

Gummi Ben flippar út við dystarendan