Video: Føroyahúsið skal setast í stand

Nú røkist fyri, at umvælingar kunnu gerast í Føroyahúsinum í Keypmannahavn

Føroyahúsið í Keypmannahavn er miðdepil fyri føroyskar útisetar í danska høvuðsstaðnum. Hølini rigga væl til virksemið við regluligum tiltøkum, men tey eru slitin og trongja til umvælingar.

Nú røkist fyri, at mest brúktu og mest slitnu hølini í Føroyahúsinum kunnu setast í stand.

– Vit hava í fleiri ár arbeitt við at fáa fígging til at renovera hølini, og nú er tað komið so langt, at vit komandi ár fáa gjørt umvælingar, sigur Hans Petur í Brekkunum, sum er leiðari í Føroyahúsinum.

Omanfyri ber til at síggja video-samrøðu við Hans Petur í Brekkunum.