VIDEO: Evra sparkaði áskoðara og fekk reytt kort

(Video) Patrice Evra fekk reytt kort undan Europa League dystinum millum Guimaraes og Marseille fyri at sparka áskoðara

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj gamla Manchester United, spælaran, Patrice Evra skriva neiliga søgu og gerast tann fyrsti spælarin í søguni, sum fær reytt kort undan einum dysti í Europa League.

 

Talan er um eina privatupptøku tikin upp av einum áskoðara. 

 

Liðið hjá Patrice Evra, Marseille spælir í kvøld á útivølli ímóti portugisiska liðnum, Guimaraes.

 

Í upphitingini áðrenn dystin kom Patrice Evra upp at skeldast við ein Marseille-fjeppara, og hann gjørdi júst somu ógerð, sum landsmaðurin, Eric Cantona gjørdi á Selhurst Park í 1995. Hann gav áskoðaranum eitt kung fu spark. Dómarin var skjótur at handla og vísti Patrice Evra av vøllinum.

 

Liðfelagarnir, Rolando og Doria fingu skilt partarnar, og syrgdu fyri, at Patrice Evra bleiv førdur oman í umklæðingarrúmið beinavegin.

 

Hóast reyða kortið, sum fall áðrenn dystin slapp Marseille at byrja Europa League dystin ímóti Guimaraes við 11 monnum.

 

Tað er væntandi, at evropeiska fótbóltsamgongan, UEFA fer at geva 36 ára gamla, Patrice Evra eina sera harða revsing. 

 

Tá Eric Cantona sparkaði Crystal Palace áskoðaran, Matthew Simmons á sama hátt 25. januar í 1995 fekk Eric Cantona eitt leikbann frá enska FA uppá níggju mánaðir. Crystal Palace vísti góðan moral í málinum, og teir bannaðu Matthew Simmons at koma til heimadystir hjá Crystal Palace á Selhurst Park tey næstu árini, tí hann hevði rópt ókvæmisorð eftir Eric Cantona.