VIDEO: Enn eitt tepurt tap hjá Hellas Verona

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Torino-Hellas Verona 2-1 (1-1)

Andrias Edmundsson var ein tíma á vøllinum, tá hann og liðfelagarnir í Hellas Verona vóru fyri enn einum teprum tapi í bestu italsku fótbóltsdeildini, Seriu A.

 

Á Stadio Olimpico di Torino leikvøllinum tapti Verona 1-2 fyri heimaliðnum.

 

Tá Giovanni Simeone legði heimaliðið á odda longu í sætta minutti gleið Andrias, so hann ikki fekk vart fyri støðuni. Kieron Bowie javnaði til 1-1 við einum góðum skoti sjey minuttir undan steðginum. Seinni hálvleikur var ikki nógv meir enn byrjaður, so hevði Cesare Casadei lagt heimaliðið á odda 2-1.

 

Talan var um triðja tapið á rað hjá Hellas Verona. 

 

Hellas Verona er næstaftast í deildini við 18 stigum nú bert seks dystir eru eftir at spæla. Hella Verona hevur níggju stig upp til Cremonese, ið er á fjórðaftasta plássinum, ið gevur eitt nýtt kappingarár í Seriu A komandi kappingarár.

 

Sunnudagin 19. apríl klokkan 14 hevur Hellas Verona dyst á heimavølli móti AC Milan.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Torino-Hellas Verona 2-1 (1-1):

 

##med2##