Fredrikstad kundi ferðast heim úr Kristiansand við einum stigi í viðførinum aftaná javnleik 2-2 móti Start Kristiansand.
Jóannes Bjartalíð legði Fredrikstad á odda við einum brotssparki tá 23 minuttir vóru leiktir.
Jóannes hevur nú skotið seks mál, og hevur lagt upp til fýra mál hjá Fredrikstad hetta kappingarárið.
Start javnaði tá 61 minuttir vóru farnir av dystinum, og 10 minuttir seinni legði Start seg á odda 2-1.
Tá 83 minuttir vóru farnir javnaði Henrik Johansen til 2-2, og tryggjaði harvið Fredrikstad eitt týðandi stig.
Fredrikstad er fremst í deildini við 45 stigum. Kongsvinger er nummar tvey við 39 stigum og KFUM Oslo er nummar trý við 38 stigum. Liðini hava átta dystir eftir at leika.
HER ber til at síggja málið hjá Jóannesi Bjartalíð.











