Video: Eldurin í háhúsi í Dubai er sløktur

Eldur var í nátt í háhúsium, The Marina Torch, eitt av heimsins hægstu íbúðarhúsum, sum er í Dubai.

 

Men eldurin er nú sløktur. Tað eydnaðist sløkkiliðsmonnum at fáa tamarhald á eldinum og sløkt hann um fýratíðina í nátt.

 

Tað upplýsa sivilu verjumyndugleikarnir í Dubai fyri Reuters.

 

Fólk vórðu evakuerað út úr bygninginum, sum er eitt av heimsins hægstu íbúðarhúsum, eftir at fyrstu fráboðanirnar um eldin, og í morgun er einki frætt um, at fólk hava fingið skaða, upplýsa myndugleikarnir.

 

Eitt vitni, nevndur George, sigur við Reuters, at hann lá og svav, tá brandávaringin fór í gongd.

 

– Vit vaknaðu av brandávaringarskipanini og fólki, sum skríggjaðu. Vit runnu niður gjøgnum trappurnar, og tað tók okkum um 10 minuttir at koma niður frá 50. hædd, sigur maðurin.

 

Les eisini: Eldur í háhúsi í 86 hæddum í Dubai

www.in.fo/news-detail/eldur-i-hahusi-i-86-haeddum-i-dubai/

 

– Vit hava fingið at vita, at eldurin kyknaði á 67. hædd, leggur hann afturat.

 

Sambært The Mirror kyknaði eldurin beint fyri klokkan 1 lokala tíð.

 

Sjónvarpsmyndir vísti í nátt, hvussu eldurin sjaddi seg eftir 352 metra høga bygninginum, meðan brennandi lutir duttu niður.

 

/ritzau/