VIDEO: Eitt sera tepurt tap fyri Ukraina í høllini á Hálsi í 2021

(Video) Síggj ein samandrátt frá dystinum, tá Ukraina seinast vitjaði høllini á Hálsi í Havn

Mynd frá 21. mars í 2021

Mikukvøldið klokkan 19 verður størsti og týdningarmesti hondbóltslandsdysturin nakrantíð leiktur í høllini á Hálsi í Havn frammanfyri útseldari høll við 1.800 áskoðarum.

 

Tá vera Føroyar og Ukraina í harðari orrustu fyri at kunna knógva heim eitt triðja pláss í EM-undankappingarbólki 4, ið kann geva eitt pláss í EM-endaspælinum í Týsklandi í januar í 2024.

 

Fyri tveimum árum síðani, 21. mars í 2021 spældu liðini í høllini á Hálsi. Tá vunnu ukrainar ein tepran 26-25 sigur. Ukrainar vóru greitt omaná í fyrra hálvleiki, og vóru á odda 16-11 í steðginum. Føroyska liðið stóð fyri einum góðum avriki í seinna hálvleiki, men tað var akkurát ikki nóg mikið til at fáa stig.

 

Elias Ellefsen á Skipagøtu við sjey málum og Hákun West av Teigum og Rói Berg Hansen við fimm málum hvør gingu veruliga undan. 

 

Føroyar-Ukraina 25-26 (11-16) - EM-undankappingardystur 21. mars í 2021.

 

Málskjúttar hjá Føroyum: Elias Ellefsen á Skipagøtu 7, Hákun West av Teigum 5, Rói Berg Hansen 5, Helgi Hildarson Hoydal 2, Jónas Gunnarsson Djurhuus 2, Kjartan Johansen 2, Peter Krogh 2. 

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum 21. mars í 2021 Føroyar-Ukraina 25-26 (11-16) : 

 

##med2##

 

Mynd frá 21. mars í 2021