Video: Eg segði fyrst nei

Siri Thorsteinsson hevur yvirtikið Skarv í Keypmannahavn

Skarv í Keypmannahavn hevur verið í gjøgnum mangt og hvat, síðani skeinkistaðið í Pilestræde lat dyrnar upp fyrstu ferð í 1975. Mangan hevur sólin skinið á Skarv, og tá ið brotasjógvar onkuntíð hava rakt, hevur Skarv staðið ímóti og hildið fram á leiðini.

Tað var vágbingurin Daniel Petur Thorsteinsson, sum fekk hugskotið um eitt stað fyri føroyingar í Keypmannahavn, og hann var sera drúgvur í rakstrinum av staðnum. Hann var farin um tey sjeyti, tá ið hann framvegis stóð í hurðini og helt skil á ferðsluni inn og út av Skarv. Tá var sagt, at Daniel Pauli mundi vera elsti duravørður í Danmark. Tá ið hann takkaði fyri seg fyri stívliga tveimum árum síðani, hevði hann rikið staðið í umleið fýrati ár. Tá yvirtók dótturin Skarv.

– Tíðin var komin, at pápi skuldi taka seg aftur. Hann hevur altíð ynskt, at staðið skuldi koyra víðari sum Skarv og vera eitt stað fyri føroyingar. Hann spurdi meg, um eg vildi taka yvir, og fyrst segði eg nei. Síðani hugsaði eg um tað og broytti hugsan, sigur Siri Thorsteinsson.

– Eg ivaðist, tí tað er eitt øðrvísi lív at reka eitt stað sum Skarv. Tað er ikki eitt gerandisarbeiði frá 8 til 4. Tú skalt arbeiða nógv um vikuskiftini og um náttina, og tað kann verða trupult at hava eitt sosialt lív við síðuna av. Tað er hart upp á nakrar mátar, men tað gevur frælsi upp á aðrar mátar. Tá ið eg vigaði tað upp ímóti hvørjum øðrum, varð niðurstøðan, at tað skuldi nokk fara at bera til, sigur hon.

Omanfyri ber til at síggja video-samrøðu við Siri Thorsteinsson.