Video: Eg havi fatur í onkrum røttum

Hetta er stórt, sigur Konnie Kass, tónleikari og læknalesandi

- Eg fái ordiliga hug at fara heim at skriva løg og geva okkurt aftur, nú eg havi fingið so nógv, segði Konnie Kass, sum í gjárkvøldið fekk virðisløn til ungt listafólk. 

 

 

 

Unga kvinnan ætlar sær at halda fram við at framføra og at menna seg sjálva og bólkin komandi tíðina. Hon hevur nógvar konsertir fyri framman. 

 

 

 

Í gjárkvøldið hitti Mildrið Jacobsen, journalistur, Konnie Kass beint eftir virðislønahandanina. Trýst á pílin fyri at síggja samrøðuna.