TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og síggj síggj málini sum komu í dystinum í Champions League undankappingarbólki 9 hjá kvinnum millum Gintra Universitetas út Litava og EB/Streym/Skála, ið var spældur fríggjadagin.
Gintra Universitetas vann heili 7-0. Í steðginum var Gintra Universitetas á odda 2-0.
Summi av málunum hjá Gintra Universitetas vóru væl spæld og væl sett inn, men nøkur av málunum kundu verið fyribyrgd. Anna S. Hansen, ið vardi málið hjá EB/Streymur/Skála sá ikki so gott út, tá Gintra Universitetas skoraði til 4-0 og 6-0, og í onkrum øðrum føri kundi verjan hjá EB/Streymi havt ruddað bóltin burtur.
Fyrr í vikuni tapti EB/Streymur/Skála 0-3 ímóti NSA Sofia úr Bulgaria.
Mánadagin klokkan 16 spælir EB/Streymur/Skála ímóti finska liðnum, Honka sum vann 5-0 ímóti NSA Sofia.
Honka spældi í fyrsta umfarinum javnt 1-1 ímóti Gintra Universitetas. Málmunurin kann avgera hvør vinnur bólkin, og tí er væntandi, at EB/Streymur/Skála kemur í eitt ódnarveður í dystinum ímóti Honka.