Video: Dupultgangarin hjá Messi í Iran

(Video) Reza Parastesh líkist Lionel Messi so nógv í útsjónd, at tað hevur elvt til ruðuleika í Teheran

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj og hoyr eitt innslag um Reza Parastesh frá iranska høvuðsstaðnum, Teheran.

 

Reza Parastesh líkist argentinsku fótbóltsstjørnuni, Lionel Messi so nógv, at tað hevur skapt røring í Teheran, har fólk í hópatali vilja sleppa at taka eina mynd saman við "Lionel Messi".

 

Tann eina dagin elvdi tað til stóran ferðsluruðuleika í Teheran, tí so nógvir bilførarar bóru eyga við "Lionel Messi".

 

Og Reza Parastesh roynir at smíða meðan jarnið er heitt, og hann víkir ikki fyri at gagnnýta støðuna.