Video: Dreymahøgg hjá Jóan Símuni

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum millum Esbjerg og OB, og ikki minst dreymahøggið hjá Jóan Símuni Edmundssyni

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum í donsku superliguni millum Esbjerg og OB, sum Esbjerg vann 3-2. Njót dreymahøggið hjá Jóan Símuni Edmundssyni, tá hann við góðum frísparki javnaði til 2-2.

 

Jóan Símun Edmundsson var við í byrjunaruppstillingini hjá OB. Hann byrjaði enn sum áður á høgra vongi.Føroyski landsliðsleikarin kom aftur hesaferð á máltalvuna. Við einum braki av einum frísparksmáli javnaði hann í seinna hálvleiki til 2-2, og skeyt harvið sítt triðja mál í Superliguni. Óheppið fyri hann, so misti hann bóltin, ið førdi til avgerandi málið hjá Esbjerg, sum vann 3-2 og fekk sín fyrsta sigur hetta kappingarárið. Hetta var hinvegin fyrsta tapið hjá OB í hesum kappingarárinum. OB hevur nú átta stig fyri seks dystir og er miðskeiðis á stigatalvuni.

 

Hæddarpunktini síggjast á hesari leinkjuni : https://www.youtube.com/watch?v=EOMkDvw0ERk

 

Tað er YouTube rásin hjá Esbjerg FB, sum hevur lagt hæddarpunktini út á YouTube.