Video: Dómararnir stóðu sum kánus av kortgandi

Ein luttakari í Britain’s Got Talent gjørdi óvanliga gott korttrick

Simon Cowel og hinir dómararnir í sjónvarpskappingini Britain’s Got Talent stóðu sum kánus, tá ið 31 ára gamli Jamie Raven vísti teimum korttrick.


Jamie Raven hevur lumpað og undirhildið fólkum á barrum, pubbum og í veitslulagi í nógv ár, og nú royndi hann seg í væl umtóktu sjónvarpssendingini.

Og hann dugdi veruliga at taka fólk á bóli við sínari snildu kortframførslu.

Trýst á pílin í myndini omanfyri fyri at síggja video.