Tað bleiv ein sera spennandi uppgáva hjá føroysku dómarakvartettini, ið dømdi dystin á Seaview leikvøllinum í Belfast millum Crusaders og Caernarfon úr Wales.
Talan var um seinna dystin í fyrsta undanumfarinum í Conference League.
Caernarfon vann fyrra dystin í Wales 2-0. Crusaders var á odda 3-1 tá vanliga leiktíðin var farin í Belfast. Sostatt stóð á jøvnum 3-3 samanlagt, og neyðugt var við longdari leiktíð.
Neyðugt var at enda við brotssparkskapping, har liðini máttu skjóta níggju brotsspørk í part áðrenn Caernarfon vann brotssparkskappingina 8-7.
Fýra gul kort vóru givin undir dystinum. Tey vóru øll til heimaliðið.
Teir ið mannaðu føroysku dómarakvartettina vóru:
Dómari: Heini Ziskason Viðoy
Hjálpardómari 1: Jørleif Djurhuus
Hjálpardómari 2: Jógvan Breckmann
Fjórði dómari: Kári Jóannesarson á Høvdanum
HER ber til at síggja spennandi brotssparkskappingina millum Crusaders og Caernarfon:
##med2##