Tvífaldi heimsmeistarin, Adrian Lewis, er fyribils bannaður frá UK Open dartkappingini. Tað hendir, eftir at hann bleiv so óður, at hann skumpaði mótstøðumannin í Jose Justicia.
Tað var til innleiðandi umfari í UK Open, sum var í Wigan í Onglandi, at navnframi Adrian Lewis bleiv í øðini. 33 ára gamli spaniólin, Jose Justicia, hevði ilt at halda fram at spæla, eftir at Adrian Lewis at síggja til koma at traðka á hann. Síðani bleiv fyrrverandi heimsmeistarin í øðini.
Í tveimum førum skumpaði Andrian Lewis mótstøðumannin. Tað endaði við at trygdarfólk máttu koma í millum. Søgan er farin kring ítóttarheimin, tí tað er so óvanligt, at dartspælarar fara til hendurs.