VIDEO: Cristiano Ronaldo bløddi illa

(Video) Síggj støðuna sum fekk Cristiano Ronaldo at bløða illa í dystinum ímóti Deportivo í kvøld

Spanska høvuðsstaðarfelagið, Real Madrid vann í kvøld á heimavølli á Bernabeu leikvøllinum í Madrid ein knúsandi 7-1 sigur á Deportivo La Coruna í dysti í La Liga. Í steðginum var Real Madrid á odda 2-1.

 

Cristiano Ronaldo var eyðsýndur í dystinum, og hann skoraði til bæði 5-1 og til 6-1. 

 

Tað er tó støðan tá Cristiano Ronaldo skoraði til 6-1 sum fyllir altjóða fótbóltsmiðlar í kvøld.

 

Cristiano Ronaldo skoraði til 6-1 við einum góðum stútara, men í støðuni rakti Fabian Schär hjá Deportivo Cristiano Ronaldo við aðrari gagguni, og heimsstjørnan hjá Real Madrid bløddi sum var hann stungin.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hendingina. 

 

Cristiano Ronaldo gloymdi ikki at taka eina "selfie" av bløðingini.