Video: Á brimfjøl í Føroyum: – Hetta kann ikki samanberast

Á Vimeo lutar filmsframleiðarin og surfarin Jamie Hancock úr Bretlandi filmsbrot frá ferðum sínum kring knøttin, har hann ella onnur standa á brimfjøl og seglfjøl. Fyri nøkrum døgum síðani legði hann eitt brot út á síðu sína úr Føroyum, og greiðir frá, at hann hevði møtt einari føroyskari kvinnu, sum stóð á brimfjøl. Hana hevði hann síðani filmað og fingið eitt prát við.

 

 

– Eg havi brúkt eitt lívsskeið til, at ferðast kring knøttin og staðið á seglfjøl professionelt. Eg havi kappast um heimsmeistaraheitið, og eg havi umboðað Bretland og vunnið ymiskar kappingar. Tað sum eg havi lært er, at vakurleiki er alla staðni, og í vaksandi talgilda heiminum er innihald altumráðandi, sigur Jamie Hancock á heimasíðu síni. 

 

 

Føroyska kvinnan talan er um er Katrin W. Bærentsen, og hon greiðir í filminum frá um at standa á brimfjøl í Føroyum. 

 

 

– Tá eg uppdagaði, at fólk komu hendan vegin at standa á brimfjøl, vildi eg royna tað sjálv. Tað er fantastiskt og kann ikki samanberast við nakað annað, sigur hon í filminum. 

 

 

– At surfa sær kanska flott og lekkurt út á filmi og á myndum, men tað er fleiri ferðir tað í veruleikanum. Tað er stuttligt at kunna nýta og njóta tað, sum vit hava rundan um okkum og at síggja møguleikarnar - líkamikið hvat tað snýr seg um, sigur  Katrin W. Bærentsen við in.fo

 

 

– Tað eru fleiri sløg av surfing, ið hóska seg væl í Føroyum, so sum kitesurfing, windsurfing og stand-up-paddle surfing, leggur hon afturat. 

 

 

Sí fleiri myndir  á instagram profilinum hjá Katrin og á instagram síðuni faroeislandssurfing