VIDEO: Brandur við uppleggum og við skoti á tvørtræið

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum FH-Breiðablik 2-4 (2-1), har Brandur H. Olsen legði upp til mál og var millimetrar frá at skora sjálvur

Farna sunnukvøld tók føroyingaliðið, FH móti Breiðablik á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfjørðinum.

Brandur H. Olsen var við á liðnum hjá FH, ið tapti 2-4 aftaná at hava verið á odda 2-0 aftaná 17 minuttirs spæl. Brandur H. Olsen legði upp til 1-0 málið við væl tiknum hornasparki, ið endaði við, at Steven Lennon stútaði bóltin í málið. Bert 10 minuttir vóru leiktir tá FH kom á odda, og fáar minuttir seinni økti Atli Guðnason til 2-0, men so byrjaði at ganga galið hjá FH. Brandur átti triðseinasta fótin á bóltinum tá FH skoraði til 2-0. 

Í 23. minutti minkar Breiðablik um munin. Tá sjey minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki fekk Davíð Þór Viðarsson hjá FH reytt kort, og tríggjar minuttir seinni hevði Breiðablik javnað. Tað gingu bara fimm minuttir aftrat so var Breiðablik á odda 3-2. FH royndi at koma afturíaftur, og Brandur H. Olsen hevði eina góða frísparksroynd sum rakti yvirleggjaran hjá Breiðablik. Minuttin aftaná Brandur tíverri ikki hevði havt hepnið við sær við góða frísparkinum økti Breiðablik til 4-2, ið gjørdist endaliga úrslitið av dystinum

Gunnar Nielsen sat tíverri aftur á beinkinum hjá FH hesaferð.

Her ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum FH og Breiðablik:

 

<iframe width="752" height="423" src="https://www.visir.is/player/375d5850-8ea8-42cb-979a-ec2088311dd2-1566935057876" frameborder="0" scrolling="no" seamless="seamless" allowfullscreen></iframe>