VIDEO: Brandur og FH taptu íslendsku steypafinaluna

(Video) Fyri fyrstu ferð síðani 1971 hevur Víkingur Reykjavík vunnið íslendsku steypakappingina

Víkingur Reykjavík vann íslendsku steypakappingina við 1-0 sigri á FH á Laugardalsvøllinum í Reykjavík.

FH hevði Brand H. Olsen við frá dystarbyrjan. Þórður Þ. Þórðarson í FH-verjuni var so óheppin tá 57 minuttir vóru farnir av dystinum, at hann kom at nerta bóltin við hondini í egnum brotsteigi, og dómarin dømdi brotsspark, ið gjørdist sigursmálið hjá Víkingi Reykjavík. Óttar Magnús Karlsson skoraði sigursmálið hjá Víkingi Reykjavík, ið vinnur íslendsku steypakappingina fyri fyrstu ferð síðani 1971.

Brandur H. Olsen hevði eina góða skotroynd á málið hjá Víkingi tá eitt lítið korter var eftir av vanligu leiktíðini, men Þórður Ingason í Víkinga-málinum bjargaði í stórum stíli. Løtu seinni hevði Brandur eina góða sending inn í brotsteigin til Morten Beck, ið ikki tók av, men stútaði bóltin uppum málið hjá Víkingi. Í fyrra hálvleiki fekk Brandur gult kort fyri at fella ein leikara hjá Víkingi.

Brandur vann donsku steypakappingina við FCK í 2015, men eydnan var tíverri ikki við honum hesaferð.

Gunnar Nielsen var ikki partur av hópinum hjá FH til steypafinaluna.

FH liggur annars á triðja plássi í pepsideildini við 31 stigum, og tað triðja plássið má haldast um FH skal sleppa út í Evropa komandi kappingarár. Trý umfør eru eftir at leika í pepsideildini. 

Her sæst sigursmálið, ið vann Víkingi Reykjavík fyrsta steypið í 48 ár: 

 

<iframe width="752" height="423" src="https://www.visir.is/player/7ed9dc2d-e66b-4020-abc1-e1f3dec09802-1568488279647" frameborder="0" scrolling="no" seamless="seamless" allowfullscreen></iframe>