VIDEO: Brandur legði upp til mál í tapi á útivølli

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Elfsborg-Helsingborg 2-1 (0-0)

Liðið hjá Brandi Hendrikssyni Olsen, Helsingborg er enn tvey stig frá plássinum, ið gevur rætt til ein upp- og niðurflytingardyst móti triðbesta liðnum í næstbestu svensku fótbóltsdeildini. 

Brandur Hendriksson Olsen legði við góðum frísparki upp til málið Mikkel Diskerud skoraði fyri Helsingborg tá 70 minuttir vóru farnir. Tá hevði heimaliðið Efsborg lagt seg á odda 2-0. 

Beint aftaná Brandur og Mikkel Diskerud høvdu syrgt fyri málinum hjá Helsingborg fekk Joseph Ceesay hjá Helsingborg ein stóran málmøguleika, men hann megnaði ikki at beina bóltin í málið.

Í fyrra hálvleiki hevði Brandur sjálvur ein góðan málmøguleika, og Helsingborg hevði eisini aðrar málmøguleikar, ið kundu givið bæði eitt og trý stig í dag, men tað endaði við einum 1-2 tapi móti Elfsborg í Borås.

Helsingborg er aftast við 22 stigum, eitt stig aftanfyri Falkenberg. Men bert tvey stig eru upp til Kalmar FF, ið liggur á triðaftasta plássinum, ið gevur rætt til ein upp- og niðurflytingardyst móti triðaftasta liðnum í Allsvenskuni. 

Komandi sunnudag tekur Helsingborg móti júst Falkenberg. Um Helsingborg vinnur tann dystin, og Kalmar tapir úti móti AIK Stockholm er Helsingborg á triðaftasta plássinum. Falkenberg hevur tó ein útsettan dyst á útivølli móti IFK Norrkøping komandi mikukvøld. Um Falkenberg ikki vinnur tann dystin, so kann Helsingborg fara framvið Falkenberg við einum sigri komandi sunnudag. 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Elfsborg og Helsingborg:

##med2##