Turkiska stórfelagið, Besiktas, var fyri viku síðan í Føroyum og spældi í Europa League móti B36. Besiktas vann 2-0. Ein av navnframastu spælarunum á liðnum var Ryan Babel.
Síggj ferðafrásøgnina við at trýsta á pílin á myndini
Fyrrverandi Ajax og Liverpool spælarin er eisini nógv á sosialu miðlunum. Hann hevur eisini gjørt ein ferðafrásøgn frá túrinum í Føroyum. Og lat okkum bara siga, at Ryan Babel ikki veit so nógv um Føroyar, hóast ferðafrásøgnin á ongan hátt er niðurgerandi – uttan móti støddini á skiftirúminum í B36-húsinum.
Les eisini: (Video) B36 tapti stórt í Istanbul
Hann segði eftir dystin við FM1, at hann helt hetta verða ein góða uppliving, men at hann nokk ikki hevði vilja spælt á graslíki vanligt. B36 og Besiktas spældu í gjár seinna dystin í Europa League uppgerðini. Besiktas vann 6-0 í Istanbul.