Video: Barentshavið vann á havnarkvinnunum

Barentshavið 1, føroyskar kvinnur 0.

Kvinnurnar, sum taka lesararnar hjá in.fo við á ferð í Svalbard í hesum í døgum, hava nú verið fýra dagar á Svalbard. Hesaferð hava tær sett tíð av at fara ein túr við skipi. 

 

 

Les eisini: Video: Tað er púra svakt

 

 

Torborg Fossdalsá Joensen, Paula Leitistein Olsen, Birita Mortansdóttir, Dagmar Winther, Barbara Lervig og Sára Sondum eru í hesum døgum vitja á Svalbard. Hvønn dag fara tær at vísa lesarum hjá in.fo, hvussu tað er at vitja hetta forkunnuga stað. 

 

 

 

Les eisini: Havnarkvinnur á ferð í íshellum 

 

 

 

- Vit seks hava avgjørt at fara til Svalbard at vitja, av tí at vinkona okkara, Rakul Maria Johannesen, er skiftisnæmingur her í samband við lesna. Rakul Maria er vanliga jarðfrøðilesandi í Keypmannahavn, men hevur valt at nema sær arktiskan kunnleika hesa lestrarhálvuna á UNIS, Universitetssenteret på Svalbard. Hendan gylta møguleika at vitja eitt somikið fjarskotið og forkunnugt stað kundu vit ikki lata fara framvið, siga tær.