Tað er ikki ofta, at avgustar eru at síggja nær at landi í Føroyum, men tað hendir av og á - til dømis í gjár. Tá vóru heili fimm avgustar í Tangafirði.
Hetta fekk summi at forvitnast, og tey fóru so út á fjørðin við báti. Ein teirra var Jens Mortan Rasmussen, sum hevur tikið myndina oman fyri. Á sínum facebookvanga skrivar hann millum annað hetta:
– Mitt í tí heila, ímeðan vit liggja stillir, so vendur ein hvalur ímóti okkum og rendi á seglbátin, tað skalv alt. Eitt fantastiskt upplivilisi í dag, sigur Jens Mortan Rasmussen.
Ein annar, sum var á staðnum, var Tórik Ábraham Rouah. Hann hevur tikið filmin upp, sum sæst niðan fyri. Hann hevur bæði tikið við vanligum kamera og dronu - dronumyndirnar eru sera flottar, hygg her:
##med2##