– Eg eri ræðuliga stoltur av mær sjálvum. Hetta hevur verið ein deilig reisa.
Tað sigur ungi toftamaðurin Kári Fossdalsá, sum í kvøld fekk eitt annaðpláss í X-Factor 2022.
– Tað er eitt sindur snedigt, at tað nú knappliga endar, tí man hevur havt so ræðuliga nógv at gera hvønn dag, sigur hann.
Vinnarasangurin hjá Kára var ein erligur og kensluborin sangur til damuna, Áshild Jónsveinsdóttir, sum hann sjálvur hevur verið við til at gjørt. Hann setti seg hjá henni og byrjaði at syngja til hana. Men hon visti av ongum, tí hann hevði ikki fortalt henni tað.
Sí videosamrøðuna við Kára Fossdalsá her:
##med3##
Áshild Jónsveinsdóttir bleiv eins og Kári eisini rørd, tá hann sang sangin fyri henni.
Hóast Kári helt, at hansara sangur var heilt loyniligur, so hevði Áshild tó eina hóming av, at hann fór at syngja fyri henni.
##med4##
– Nú verður tað gott at fáa hann heim, sigur hon.
Hoyr og síggj samrøðuna við hana her:
##med2##
LES EISINI: Pápi Kára: – Hetta er eitt upplivilsi
LES EISINI: Myndir: Fjepparatiltøk fyri Tinu og Kára
LES EISINI: VIDEO: Omma og ommusystrar vóna at Tina vinnur
LES EISINI: Tina er glað og Kwamie er stolt