Aron Benjaminsen og liðfelagarnir í Kristiansund BK spældu í dag venjingardyst á heimavølli móti einum øðrum liði í bestu norsku fótbóltsdeildini.
Á heimavølli tapti Kristiansund 2-4 fyri gamla liðnum hjá Gilla R. Sørensen, Brann Bergen. Í steðginum var støðan javnleikur 2-2.
Aron kom á vøllin í 65. minutti, og tað er spurningurin um hann ikki var feldur í brotsteiginum hjá Brann, og átti harvið brotsspark?
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum. Støðan við Aroni sæst við 2:28 minuttir. Frásøgumaðurin heldur avgjørt, at Aron átti brotsspark:
##med2##