VIDEO: Andorra fekk hepnan javnleik í Riga

(Video) Lettland brendi brotsspark og brendi aðrar málmøguleikar, og so fekk Andorra 0-0 javnleikin teir komu eftir

Teir liggja kompaktir og stríðast nógv í hvørjum dyst, mennirnir úr lítla fjallalandinum, Andorra. 

Ígjár vóru andorianarar hartarbeiðandi, hepnir og tíðum heldur harðligir, og teir sluppu heimaftur við einum 0-0 javnleiki, tá teir møttu Lettlandi í Riga í okkara bólki í Nations League.

Tíðliga í seinna hálvleiki brendi Janis Ikaunieks hjá Lettlandi eitt brotsspark, ið Emili Garcia bjargaði. Andorra bjargaði eisini á málstrikuni, og Lettland hevði aðrar málmøguleikar. 

Arbeiðstreytirnar hjá Andorra blivu nakað betri tá 20 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini, tá Vladislavs Gutkovskis hjá Lettlandi fekk tað reyða kortið. 

Andorianar sjálvir fingu fimm gul kort.

Andorra hevði bara bóltin 33 prosent av tíðini. Teir høvdu onkur langskot, men høvdu ikki nakran risamøguleika sambært hæddarpunktunum, ið eru tøk frá dystinum. 

Andorra fer ikki at stríðast minni á graslíkisvøllinum við svørtum gummikúlum á heimavølli í Andorra La Vella sunnudagin klokkan 14. Tá eru Føroyar mótstøðuliðið.

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Lettland og Andorra í Riga ígjár: 

##med2##

Sunnudagin fer FM1 við Tróndi Arge á odda at hava eina øðrvísi frásøgn úr Studionum í Krosslíð, har Tróndur saman við kønum fótbóltsmonnum fer at fylgja dystinum millum Føroyar og Andorra, ið byrjar klokkan 14. Sendingin byrjar klokkan 13.