VIDEO: 26 útlendsk arkitekt-lesandi sýna fram verkætlanir í Müllers Pakkhúsi

(Video) 26 útlendingar, ið lesa á Architecture and Extreme Environments á Kongaliga Akademiinum í Keypmannahavn eru at hitta við sínum verkætlanum í Müllers Pakkhúsi seinnapartin í dag

26 útlendingar, ið lesa á Architecture and Extreme Environments á Kongaliga Akademiinum í Keypmannahavn eru at hitta við sínum verkætlanum í Müllers Pakkhúsi seinnapartin í dag frá klokkan 14.

Hesi arkitekt-lesandi sum eru úr mongum ymiskum londum hava verið í Føroyum í ein mánað har tey hava testað prototypur, og hava kannað nýggjar hættir til burðardyggar byggiætlanir.

Ymisku verkætlanirnar sum eru sera ymiskar fevna frá øllum frá evnisgransking av tara og fiskarestum til ljóspavaliongir og vindvernd. Felags endamálið er at tilpassa seg til ekstrem veðurlíkindi, lokalt tilfar og framtíðar støður fyri Føroyar.

Sum ein góðan enda av feltarbeiðnum tey hava gjørt í Føroyum farnu vikurnar sýna hesi 26 arkitekt-lesandi fram sínar verkætlarnir í Müllers Pakkhúsi í dag seinnapartin frá klokkan 14.

Á hesum enska videofilminum greiða tey 26 arkitekt-lesandi frá teirra ymisku verkætlanum:

##med2##

Á hesum danska videobrotinum bjóða tey almenninginum at koma í Müllers Pakkhús at síggja verkætlanirnar:

##med3##