Í dag eru 20 ár síðani føroyska manslandsliðið í fótbólti spældi ein hin besta dystin nakrantíð á Svangaskarði á Toftum.
Vit spældu javnleik 2-2 móti Skotlandi, men kundu sum einki havt vunnið dystin. Skotar sluppu snøgt sagt við skrekkinum. John Petersen legði okkum á odda 2-0 tíðliga í dystinum. Í báðum førum var tað Jákup á Borg, ið hegnisliga legði bóltin inn fyri til John Petersen, ið líka hegnisliga beindi bóltin í skotska málið.
Skotar megnaðu við tveimum hepnum málum at javna til 2-2 í seinna hálvleiki. Kendi skotski fótbóltsviðmerkjarin, Alan Hansen segði á BBC, at talan var um vánaligasta landsdystin nakrantíð hjá Skotlandi.
Føroyar fingu bert eitt stig í undankappingini, men høvdu fleiri tepur tap móti Týsklandi, Íslandi, Litava og Skotlandi. Kendast er 1-2 tapið fyri Týsklandi í Hannover, tá Hjalgrím rakti stongina hjá Oliver Kahn. Tá vóru bara fáir minuttir eftir av dystinum.
Kelda: Faroesoccer:
##med2##
Frásøgnin við Tórði Mikkelsen á KVF er væl kend. Her sæst ein samandráttur frá týsku rásini SAT 1. Týskland var í bólki við Føroyum og Skotlandi í EM-undankappingini tá:
##med3##
Kelda: Faroesoccer
##med4##













