Viðarlund í Hvalba

Viðarlund verður plantað niðanfyri Hvalbiar Skúla.

Kommunan byrjaði arbeiðið í fjør.

Skúlanæmingar plantaðu fyrst, og síðani tóku menn hjá kommununi yvir.

 

Suðurrás skrivar, at Fiskimálaráðið játtaði 55.000 krónur í stuðli til arbeiðið.

 

Eitt pappstykki við linolju er lagt rundanum runnarnar, at verja móti ókrúti.

 

Verkstaðið Vón og Skógrøkt Landsins hava gjørt pappið.