Endamálið hjá okkum er ikki at minka, men at vaksa um landið. Hetta er ein kendur fyrrverandi landspolitikari kendur fyri at siga, tá hann varð spurdur, hví løgtingið fór undir at byggja fleiri tunnlar á Kalsoynni. Tað vóru nógv fólk, ið hildu ætlanina vera burtur við, tí hví skuldu landið brúkar nógvan pening uppá tunnlar, ið bara komu nøkrum fáum fólkum til góðar?
Viðareiðstunnilin
Í dag er tað eingin, ið setur spurnartekin við avgerðina, tí vit taka tunnlarnir fyri givnar. Men nú eins og áður, eru tað framvegis fólk, ið finnast hvassliga at íløgum í infrakervinum. Tak t.d. Viðareiðstunnilin. Røddir vilja vera við, at tað er spill av almennum pengum, at landið brúkar 162 mió. kr. uppá ein tunnil, ið bert kemur nøkrum fáum viðoyingum til góðar. Pengarnir kundu heldur verið nýttir til bleyt virðir ístaðin. Í mínum føri er tað ikki ein spurningur um antin/ella, men bæði/og. Vit hava tørv á bleytum og hørðum virðum.
Breið semja
Tí eri eg serstakliga fegin um, at vit funnu eina breiða semju, ið gekk tvørtur um flokkar og hugsjónir, andstøðu og samgongu, har allir flokkar á Tingið stóðu saman um Viðareiðistunnilin. Hetta er ikki bert ein íløga fyri viðoyingar, sum nøkur fá uppáhalda, men ein íløga í føroyska samfelagið, tí tunnilin kemur øllum til góðar. Akkurát sum tunnlarnir á Kalsoynni! Og eg kundi ikki verið meir samd í, at endamálið hjá okkum er ikki at minka, men at vaksa um landið.
Vit kunnu eisini fara aftur til, tá tosið um fast samband til Vágar og Norðoyggjar tók seg upp. Tá vóru røddir frammi, sum mettu hetta vera óðamannaverk og oyðsl av peningi. Gjøldur bleiv enntá eisini gjørt burtur úr hesum visiónum. Hvar eru hesar røddir í dag ? Hesir tunlar eru størsta frambrot í føroyskari samferðslusøgu. Hetta var framsíggið. Nú ynskir ongin seg aftur til tíðina, tá Sam sigldi um Vestmannasund og Dúgvan um Leirvíksfjørð.
Vit kunnu eisini fara enn longur aftur. Aftur til tíðina tá Immanuel og seinni Másin sigldi av Klaksvík tíðliga um morgunin norð ígjøgnum Haraldsund, norð um Múlan til Múla, Viðareiðis/Leitið, Hvannasund og Norðdepil og víðari til Svínoy og Fugloy. Hetta var ein sera langur og til tíðir sera strævin og baldrutur túrur.
Ongin okkara ynskir seg aftur til hesa tíðina, men uttan persónar úti um landið, sum hava kempað og framvegis kempa fyri at bøta um samferðsluna vóru vit kanska framvegis har. Í dag er tað ein sjálvfylgja at sleppa undan at fara um Múlan við Rituni. Nú koyra vit ígjøgnum tunlarnar norð í Hvannasund og var hetta eitt stórt frambrot í síni tíð.
Vit eiga tó ikki at steðga her, men arbeiða fram ímóti at fáa nýggar tunlar Norður um Fjall til vakra, sermerkta og stórsligna økið í norður Norðoyggjum. Stóru ferðamannabussarnir og onnur stór akfør sleppa ikki ígjøgnum núverandi tunlar og tað kunnu vit ikki bjóða hesum økinum. Útlendingar eiga eisini at fáa høvið at síggja hesa perluna í Føroyum. Eisini er nógv virksemi við tungari ferðslu í økinum. Jú tíðirnar broytast enn sum áður, tá Immanuel og Másin sigldu og vit skulu ikki steðga útbyggingini í okkara tíð. Vit skulu vera eins framsíggin , sum fólk vóru tá.
Tíbetur hava vit upp ígjøgnum tíðirnar havt politikarar og annað gott fólk úti um landið, sum hava kempað fyri at útbyggja infrakervið. Uttan hesar persónar trúgvi eg ikki at landið var so væl samanbundið, sum vit síggja tað í dag. Tó eiga vit nú ikki at hvíla á laurberbløðunum og steðga við útbyggingini av infrakervinum.
Tunlarnir Norður um Fjall
Tunlarnir Norður um Fjall eru skjótt hálvthundrað ára gamlir og hóska als ikki til øktu ferðsluna, sum er ígjøgnum teir í dag. Kann til stuttleikar nevna, at tunlarnir Norður um Fjall í síni tíð kostaðu 7,5 mill.. Av hesum rindaðu Hvannasunds og Klaksvíkar kommuna 15 %.
Í langtíðaríløguætlanini eru tunlarnir Norður um Fjall raðfestir eftir Hvalbiartunnilin.
Viðareiðistunnilin var tað, sum politisk semja fekst um hesa ferð. Hetta eitt stórt stig á leiðini at betra um samferðsluna, tí sum øllum kunnugt er Viðareiðisvegurin vandamikil farleið. Tað eru nógv dømir um tað.
Nú gleða vit okkum øll til arbeiðið fer í gongd og vónandi fer tað at ganga skjótt og væl.
Eg vóni og ynski og vænti eisini, at Viðareiðistunnilin verður til gleði og gagns fyri allar føroyingar og fyri tey ferðafólk, sum koma hendanvegin.