Um mánaðarskifti oktober-november vitjar víðagitni kristni vísindamaðurin, fyrilestrarhaldarin og kjakarin, John Lennox, Føroyar. Her í Føroyum skal hann hava tríggjar almennar fyrilestrar. Ein fyrilestur hevur fingið heitið, “Er átrúnaður skaðiligur?”, ein fyrilestur hevur fingið heitið, “Er Gud ein villleiðing?” og triði fyrilesturin hevur fingið heitið “Gud í almenna rúminum?”
Tað er felagsskapurin, Kristiligur Felagsskapur fyri Skúlaungdóm og lesandi, KFS, sum skipar fyri ferðini og fyrilestrarnir verða í Havn, í Runavík og í Klaksvík og kanska verða teir eisini tulkaðir til føroyskt.
- Føroyingar hava ymiskar meiningar um hesar stóru spurningar, og Lennox vil fegin at møta teimum, sum hava øðrvísi meiningar enn hann, siga fyrirreikararnir.
Hóast Lennox er farin um tey sjeyti, ferðast hann kortini kring allan heimin at halda fyrilestrar og at vera við kjaki og áhugin fyri honum er stórur
- Lennox gjørdist kendur fyri at verja klassisku kristnu virðini og trúnna, eftir at hann fyri nøkrum árum síðani fór at kjakast alment við nógvar framstandandi ateistar so sum Richard Dawkins, Christopher Hitchens og Peter Singer, siga fyrireikararnir
|
- Í bókunum grundgevur Lennox fyri, at vísindi als ikki hava jarðað Gud, og at nýateistar mangan fara grundleggjandi skeivir, tá teir fordøma átrúnað, siga fyrireikararnir.










