Vida Guerra ætlar at skapa vakran tónleik

Playboy nakinmodellin Vida Guerra ætlar at spretta sum popstjørna í 2007. Hetta verður gjørt í hennara egna super gentubólki.

Týdningarmiklasti eginleikin, ið hon leitar eftir hjá sangarindum og dansarsarindum er, at tær síggja gott út og hava frálíkan kropp.
- Koregrafarnir hjá mær hildu hetta vera eitt gott hugskot, tí vanliga plaga popstjørnir at fáa sær ljótar dansarar, soleiðis at tey sjálvi síggja betur út, sigur hon við The Sun og heldur fram:
- Eg vil hava góðgæti til eyguni, eg havi fingið eina asiatiska gentu, eina indiska, tvær spanskar, tvær svartar og eina hvíta. So eg havi tað besta av øllum sløgum, sigur vakra Vida, ið ikki ræðist, at hon hvørvur í mongdini.