Kring allan heimin vísa tey samkenslu við fraklendingum eftir yvirgangsálopið í París í gjárkvøldið.
Og tað gera tey eisini við Gjógv, har ljósini í gjónni hava fingið serligan lit í kvøld. Í kvøld verður nevniliga lýst við fronsku litunum, bláum, hvítum og reyðum.
BBC, og aðrir útlendskir fjølmiðlar skriva í kvøld, at tað vóru tríggir samskipaðir bólkar av yvirgangsmonnum, sum skipaðu fyri álopunum í gjárkvøldið.
Upplýsingarnir eru frá ákæranum í París. Nýggjastu upplýsingarnir siga eisini, at álopini kravdu 129 mannalív og yvir 350 fólk eru særd á atsóknini, sum Islamiskur Statur sigur seg hava framt.
- Nú skulu vit hava greiði á, hvaðani yvirgangsmenninir eru, og hvør fíggjaði teir, sigur hann.
Hann sigur, at átta yvirgangsmenn eru skotnir og teir vóru allir alvápnaðir og vóru í beltum við spreingiløðingum í.
Tann eini yvirgangsmaðurin var ein 30 ára gamal fransmaður, sum hevur verið í hóslag við løgregluna áður, men hann hevur ongantíð verið fongslaður.
Annars eru onnur handtikin í málinum, tí tey eru undir illgruna fyri at hava hjálpt til, eitt nú eru fólk handtikin í Belgia, og samstundis eru pápi og beiggi tann franska yvirgangsmannin, eisini tiknir.
Annars vóru sýrisk og egyptisk pass funnin beint við onkrar av yvirgangsmonnunum, og ábeningar eru eisini um, at summir teirra komu til fraklands ígjøgnum Grikkaland.
Mynd: Sofus Johannesen