Tónleikatiltakið "við Brúnna" er í dag.
Tiltakið fer fram á økinum kring skúlan á Oyrarbakka og byrjar klokkan 15 nú seinnapartin og endar, eftir ætlan klokkan trý í nátt
Á skránni er bæði undirhald fyri børnini, tey ungu og tey eitt sindur eldri. Angela og Hannibal, gyklarin Ásbjørn, Jens Marni Hansen, Hanus G. Johansen, Guðrið Hansdóttir og Tinganest eru nøkur av teimum, sum fara at framføra.
Eisini verður skipað fyri ymiskum tiltøkum á vøllinum, so sum fótbólti, hondbólti og rógving.