So er Victoria Wild aftur á skránni í donskum miðlum. Hesaferð stuðlar hon talufrælsinum við at lata seg úr frammanfyri DR skíggjanum á kanalini DR Mama.
Ekstra Blaðið skrivar í kvøld um føroysku Victoriu Wild, sum í samband við eitt kjak um talufrælsi strippar hesaferð í nunnuklæðum.
Orsøkin til hetta er, at tann 20 ára gamla Aliaa Magda Elmahdyhar, sum tekur eina útbúgving innan list, hevur skapt stóra øsing í Miðeystri, tí hon legði naknar myndir av sær sjálvari á hennara bloggsíðu. Muslimskir bólkar eru í øðini um myndirnar hjá Aliaa, tí mett verður, at hon gongur ímóti muslimsku trúnni.
Sjálv sigur kvinnan, at hon letur seg úr fyri at vísa, at kvinnurnar í Miðeystri eisini hava rætt til at gera júst tað, sum teimum lystir.
Nýggja DR kanalin, DR Mama, vil stuðla átakinum, og bjóðar tí Victoriu Wild at lata strippa.
Síggj videobrotið her: ekstrabladet.dk/flash/filmogtv/tv/article1667786.ece